Hellurnar fingið vatnreinsiverk..Hellurnar fingið vatnreinsiverk. 15-06-2010
Mánadagin 14. juni kl 17:00 var vatnreinsiverkið á Hellunum tikið í nýtslu.
Tað var formaðurin í Hellunevndini Elibert Kerá, ið trýsti á startknøttin.
Umboð fyri Býráðið, býráðsfyrisitingina og vatnmeistarin møttu upp og vóru fleiri Hellufólk eisini til staðar.
Í góðveðrinum høvdu bygdafólkini dekkað kaffiborð í túninum frammanfyri lítlu og snotuligu húsinum, ið hýsir vatnreinsiverkinum.
Borgarstjórin Sigurð S. Simonsen og varaborgarstjórin Dánjal Vang tóku orðið og fegnaðust um, at nú vóru drekkivatns viðurskiftini komin upp á pláss eins og kloakkviðurskiftini komu í rættlag í fjør.
Næsta stigið er at gera ruskplássið nøktandi.
Jórun Eið Johannesen, limur í Hellunevndini, takkaði vegna bygdarfólkið býráðnum fyri, tað ið gjørt var og helt fyri, at nú kundi hon óttaleys seta vatnkannuna á borið, uttan at blanda saft uppí.
Íroknað lendiskeyp er samlaður kostnaðurin fyri vatnreinsiverkið umleið 530.000 kr.
| | |
|
|